Søstrene Grene

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Søstrene Grene er ein donsk handilsketa, sum var stovnað í danska býnum Aarhus í 1973 av Inger Grene og Knud Cresten Vaupell Olsen. Fyritøkan hevur høvuðsskrivstovu í Aarhus, men flutti í nýggj hølir í Pakhusene í Aarhus Ø í apríl 2017.

Hóast búmerkið sigur "Søstrene Grenes handelskompagnie", eitur ketan bara Søstrene Grene.

Mikkel Grene, sum er sonur stovnararnar av fyritøkuni, er í dag forstjóri (CEO) í samtakinum[1]. Beiggi hansara, Cresten Grene, er kreativur stjóri, og saman eiga og reka hesir báðir familjufyritøkuna.

Grundarlagið undir handlunum hjá Søstrene Grene[rætta | rætta wikitekst]

Allir handlarnir hjá Søstrene Grene eru bygdir upp sum villiniborg - ein labyrint, og klassiskur tónleikur er altíð frá í handlunum. Handlarnir selja skandinaviskt snið, tilhoyr til heimið, køksútgerð, gávur, pappírsvørur, møblar og mangt annað.

Anna og Clara hava verið tilstaðar í handlinum líka síðan byrjanina í 1973. Tær eru avmyndaðar í búmerkinum og eru eisini at síggja á skeltunum, sum hanga runt um í handlunum. Tær báðar systrarnar eru vertir í øllum handlunum hjá Søstrene Grene kring um í heiminum. Persónsmenskan hjá Onnu og Claru er grundað á persónsmenskuna hjá fastrunum hjá Inger Grene, og samanlagt umboða Anna og Clara øll tey virðir, sum Søstrene Grene standa fyri. Anna og Clara hava ikki stovnað Søstrene Grene.

Handlar[rætta | rætta wikitekst]

Fyrsti handilin hjá Søstrene Grene læt upp í 1973 á 1. hædd í Søndergade 11 í Aarhus. Næstu handlarnir lótu upp í Aalborg og í Herning í 1989, og gjøgnum 90-ini og 00-ini løgdust nógvir handlar afturat. Í 2005 læt ketan upp handil í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík, og handlarnir í Stavanger í Noregi og í Malmö í Svøríki lótu upp í 2006.

Í 2015 læt samtakið upp 20 nýggjar handlar í Danmark. Í dag eru Søstrene Grene umboðaðar í 15 ymiskum londum: Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Japan, Onglandi, Írlandi, Norðurírland, Hollandi, Spania, Fraklandi, Føroyum, Týsklandi, Sveis og í Eysturríki.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]