Sólrún Michelsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Sólrún Michelsen (fødd Midjord, fødd í Havn í 1948) er føroyskur rithøvundur og vinnulívsfólk. Hon vaks upp á Argjum. Eftir lokið realskúlaprógv arbeiddi hon úti eitt skiftið á telegrafstøðini og var síðan heimagangandi húsmóðir, meðan børnini vóru smá. Seinni starvaðist hon á Elektron.[1] Í 1974 stovnaðu hon og maðurin heilsølu, og hevur hon starvast har til 2008 – mestu tíðina stjóri. Sólrun gavst við at arbeiða í 2008 og er nú rithøvundur burturav.[2] Sólrún hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur fyri børn, ung og vaksin. Í 1994 gav hon fyrstu bók sína "Argjafrensar" út. Síðan 2006 hevur hon skrivað mest til vaksin. [3]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1992 Jól hjá Onnu og Jákupi – í Míni jólabók
  • 1994 Argjafrensar (barnabók)[4]
  • 1996 Útiløgukattar (barnabók)
  • 1996 Øðrvísi stuttsøga - Birting
  • 1997 Emma – í Míni jólabók
  • 1998 Mítt gamla land (yrking) - Birting
  • 1998 Tann fyrsta flykran, Eg kenni eina vættur - í Míni jólabók
  • 1999 Hin útvaldi (ævintýrskaldsøga)
  • 1999 Barnajól, Magga - Míni jólabók
  • 2000 Maya (stuttsøga) - Birting
  • 2000 Gásasteggin, Postboð - Mín jólabók
  • 2001 Fuglakongurin, Hinumegin vindeyga í Míni jólabók
  • 2002 Angi av deyða (stuttsøga), Birting
  • 2002 Geislasteinar (ævintýrskaldsøga)
  • 2003 Við vindeygað (yrking) - Birting
  • 2003 Loppugras (barnayrkingar)
  • 2003 Tann fyrsta flykran fall í dag, Ein dag eg lá á bønum í Míni jólabók
  • 2004 Maðurin úr Grauballe (stuttsøga) - Birting
  • 2005 Sápubløðran í Míni jólabók
  • 2006 Óvitar í Spøkilsið sum flenti
  • 2006 Summi renna í stuttum brókum í Vencil 1
  • 2007 Gjøgnum skygnið stuttsøga í Vencil 3
  • 2007 Jólagávan í Míni jólabók
  • 2007 Tema við slankum (skaldsøga)
  • 2009 Hin blái eingilin (stuttsøga) í Vencil 6
  • 2009 Kantatusálmur í Vencili 7
  • 2009 Í opnu hurðini (yrkingasavn)
  • 2009 Sjúrður og dvørgamoy (stuttsøga, í "Mín jólabók")
  • 2010 Sjúrður og drekin (stuttsøga, í "Mín jólabók")[5]
  • 2011 Rottan (stuttsøgusavn)[6]
  • 2013 Torkils Døtur (barnabók)
  • 2013 Hinumegin er mars (skaldsøga)[7]

Á donskum[rætta | rætta wikitekst]

  • 2009 At danse med virkeligheden (donsk útgáva av skaldsøguni Tema við slankum Kirsten Brix týddi)

Á týskum[rætta | rætta wikitekst]

  • 2013 Der blaue Engel (umseting av krimi stuttsøguni Hin blái eingilin í stuttsøgusavninum "Mord unterm nordlicht" s. 85-88)[8]
  • 2014 Manche laufen in kurzen Hosen (umseting av stuttsøguni Summi renna í stuttum brókum í stuttsøgusavninum "Narrenflieger" s.144-151)

Á enskum[rætta | rætta wikitekst]

  • 2011 Some people run in shorts (umseting av stuttsøguni Summi renna í stuttum brókum) í Vencil Anthologi of Contemporary Faroese Literature.
  • 2014 The Rat (umseting av stuttsøguni Rottan) í Pankmagazine.com

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sagenhaftes-Island.is
  2. Rit.fo
  3. Bokasolan.fo
  4. Bokasolan.fo Sólrun Michelsen
  5. Bfl.fo
  6. Aktuelt.fo, Sólrún Michelsen við stuttsøgusavninum ROTTAN
  7. Planet.fo, Nýggj skaldsøga eftir Sólrun Michelsen
  8. Stadtbibliothek.graz.at
  9. BBS.fo Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
  10. BFL.fo

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]