Sólrún Michelsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sólrún Michelsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 11. mar 1948 í/á Tórshavn
Starv skaldsøguhøvundur, barnabókahøvundur, yrkjari, stuttsøguhøvundur, vinnulívsfólk, høvundur
Mál Føroyskt mál, danskt mál
Dátuheiti
VIAF 315523445
LCAuth n96093909
Commons Sólrún Michelsen

Sólrún Michelsen (fødd Midjord í Havn í 1948) er føroyskur rithøvundur og vinnulívsfólk. Hon vaks upp á Argjum. Eftir lokið realskúlaprógv arbeiddi hon úti eitt skifti á telegrafstøðini og var síðan heimagangandi húsmóðir, meðan børnini vóru smá. Seinni starvaðist hon á Elektron.[1] Í 1974 stovnaðu hon og maðurin heilsølu, og hevur hon starvast har til 2008 – mestu tíðina stjóri. Sólrun gavst við at arbeiða í 2008 og er nú rithøvundur burturav.[2] Sólrún hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur fyri børn, ung og vaksin.

Í 1994 gav hon fyrstu bók sína "Argjafrensar" út. Síðan 2006 hevur hon skrivað mest til vaksin.[3]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1992 Jól hjá Onnu og Jákupi – í Míni jólabók
  • 1994 Argjafrensar (barnabók)[4]
  • 1996 Útiløgukattar (barnabók)
  • 1996 Øðrvísi stuttsøga - Birting
  • 1997 Emma – í Míni jólabók
  • 1998 Mítt gamla land (yrking) - Birting
  • 1998 Tann fyrsta flykran, Eg kenni eina vættur - í Míni jólabók
  • 1999 Hin útvaldi (ævintýrskaldsøga)
  • 1999 Barnajól, Magga - Míni jólabók
  • 2000 Maya (stuttsøga) - Birting
  • 2000 Gásasteggin, Postboð - Mín jólabók
  • 2001 Fuglakongurin, Hinumegin vindeyga í Míni jólabók
  • 2002 Angi av deyða (stuttsøga), Birting
  • 2002 Geislasteinar (ævintýrskaldsøga)
  • 2003 Við vindeygað (yrking) - Birting
  • 2003 Loppugras (barnayrkingar)
  • 2003 Tann fyrsta flykran fall í dag, Ein dag eg lá á bønum í Míni jólabók
  • 2004 Maðurin úr Grauballe (stuttsøga) - Birting
  • 2005 Sápubløðran í Míni jólabók
  • 2006 Óvitar í Spøkilsið sum flenti
  • 2006 Summi renna í stuttum brókum í Vencil 1
  • 2007 Gjøgnum skygnið stuttsøga í Vencil 3
  • 2007 Jólagávan í Míni jólabók
  • 2007 Tema við slankum (skaldsøga)
  • 2009 Hin blái eingilin (stuttsøga) í Vencil 6
  • 2009 Kantatusálmur í Vencili 7
  • 2009 Í opnu hurðini (yrkingasavn)
  • 2009 Sjúrður og dvørgamoy (stuttsøga, í "Mín jólabók")
  • 2010 Sjúrður og drekin (stuttsøga, í "Mín jólabók")[5]
  • 2011 Rottan (stuttsøgusavn)[6]
  • 2013 Torkils Døtur (barnabók)
  • 2013 Hinumegin er mars (skaldsøga)[7]
  • 2016 Ein farri av fráferð (yrkingasavn)
  • 2018 Morgunfrúa (stuttsøgusavn)
  • 2019 Ein táttur er silvur (skaldsøga, 1. bók í trilogi)
  • 2020 Ein annar er gull (skaldsøge, 2. bók í trilogi)
  • 2021 Fáur fær tráðin heilt slættan (skaldsøga, 3. bók í trilogi)
  • 2021 Nornan spinnur (triologi, skaldsøgur frá 2019-2021)

Á donskum[rætta | rætta wikitekst]

  • 2009 At danse med virkeligheden (donsk útgáva av skaldsøguni Tema við slankum, Kirsten Brix týddi)
  • 2017 På den anden side er marts (donsk útgáva av skaldsøguni Hinumegin er mars, Kirsten Brix týddi)

Á norskum[rætta | rætta wikitekst]

  • 2017 Sprinkeljenta (Norsk útgáva av skaldsøguni Tema við slankum, Anne-Kari Skarðhamar týddi)
  • 2017 På den andre sida er mars (Nýnorsk útgáva av skaldsøguni Hinumegin er mars, Lars Moa týddi)

Á týskum[rætta | rætta wikitekst]

  • 2013 Der blaue Engel (umseting av krimistuttsøguni Hin blái eingilin í stuttsøgusavninum "Mord unterm Nordlicht" s. 85-88)[8]
  • 2014 Manche laufen in kurzen Hosen (umseting av stuttsøguni Summi renna í stuttum brókum í stuttsøgusavninum "Narrenflieger" s.144-151)
  • 2015 Tanz auf den Klippen (týðing av Tema við slankum, Inga Meincke týddi)
  • 2018 Die Liebe (týðing av "Kærleikin" Karen Hertlein týddi.) Neue Nordische Novellen VI

Á enskum[rætta | rætta wikitekst]

  • 2011 Some people run in shorts (umseting av stuttsøguni Summi renna í stuttum brókum) í Vencil Anthology of Contemporary Faroese Literature.
  • 2017 Some people run in shorts í Anthology of Contemporary Nordic Literature THE DARK BLUE OVERCOAT
  • 2017 Some people run in shorts í Boundless Literary on-line magazine
  • 2014 The Rat (umseting av stuttsøguni Rottan v/Matthew Landrum) í Pankmagazine.com
  • 2018 Starlings (umseting av stuttsøguni Starar v/Kerri Pierce) í EUROPENOWJOURNAL.org
  • 2018 Summer with Halla (umseting av stuttsøguni Summarið við Hallu v/ Kerri Pierce) í World Literatur Today.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sagenhaftes-Island.is
  2. "Rit.fo". http://www.rit.fo/members_blogg/default.asp?from=memberlist&memberid=1319. Heintað 2011-04-20. 
  3. "Bokasolan.fo". http://www.bokasolan.fo/rithovundasavn/ASP_filar/03111948_michelsen_solrun.asp. Heintað 2011-04-20. 
  4. Bokasolan.fo Archived 2005-03-16 at the Wayback Machine Sólrun Michelsen
  5. "Bfl.fo". http://www.bfl.fo/V%C3%ADs-t%C3%AD%C3%B0indi.aspx?ID=881&Action=1&NewsId=6894&M=NewsV2&PID=3440#.UlCdkyTD-oM. Heintað 2013-10-05. 
  6. Aktuelt.fo, Sólrún Michelsen við stuttsøgusavninum ROTTAN[deyð leinkja]
  7. "Planet.fo, Nýggj skaldsøga eftir Sólrun Michelsen". http://planet.fo/grein/nyggj_skaldsoga_eftir_solrun_michelsen. Heintað 2013-10-11. 
  8. Stadtbibliothek.graz.at
  9. BBS.fo Archived 2013-01-06 at Archive.today Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
  10. BFL.fo[deyð leinkja]

Uttanhýsis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]