Ryta

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Rita
Black-legged-Kittiwake.jpg
Støða
Status iucn3.1 LC.svg
Minst stúrin
Vísinda flokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Røð: Charadriiformes
Familja: Laridae
Ætt: Rissa
Slag: R. tridactyla

Ryta ella Rita (frøðiheiti: Rissa tridactyla) kann kallast ein hagafuglur, sum er lagstur í bjørgini. Í útsjónd, bæði á liti og vakstrarlag, er hon meinlík hagafugli, og í haganum situr hon stundum í stórum flokkum, men ikki byggir hon uttan í steyrrættum bergi. Á fjøðrini er hon litt sum fiskimási; nevið er gult, men hevur ikki reyðan blett, føturnir eru svartir. Hon eigur í stórum meingi við allar strendur á Norðurevropa og Norðuramerika og er ein av teimum fuglum, sum mest er til av í verðini. Eisini í Føroyum er hon uppi teimum mestu.

Reiðrið ger hon sær á knallum og kneysum og smølum rókum í meitilberginum. Um várið roytir hon sær gras og mosa, sum hon fer við út í eitt díki, og tvassar har, inntil tað er væl útkleint Í móru. Av tí klínir hon sær so eitt stórt reiður, og letur tað liggja í frið eina rúma tíð, til tað er væl harðnað. Tá verður tað ótrúliga sterkt, so sterkt, at bjargamenn kunna nýta tað til at styðja fótin ímóti og til at taka hendurnar í. Á hvørjum ári byggir hon upp á tað, so við tíðini verður tað ein høg túgva. Omaná har leggur hon sær so hitt rætta reiðrið av mjúkum grasi og verpur so vanliga 2, stundum 3 egg, morgrá við dimmum blettum. Klekingartíðin er millum 3 og ½4ðu viku.

So málamiklar eru tær, at tær eru vorðnar eitt orðtak, "tagnar ikki heldur enn ritan í berginum". So at siga alla náttina hoyrast tær. Dúnaða pisan er bleikt grá; tá ið hon er fjaðrað, hevur hon ein svartan lit aftan á hálsinum og ein undir eyganum og er nakað nógv svørt á veingjunum og aftast á velinum; eisini er nevið svart. Pisurnar sleppa ikki av reiðrinum, fyrr enn tær eru floygdar; og tá ið tað líður fram mót tí tíðini, fara menn summastaðni at síga eftir rituungum. Í langari línu heingja teir seg niður til reiðrini og taka pisurnar. Ofta koma teir aftur við góðum fongi. Tá ið ungarnir eru floygdir, fer ritan úr bjørgunum. Nú síggjast tey nakað á vøtnum og firðum, men mest úti á havi. Um hávetur eru tær flestu burtur, men út ímóti grækarismessu koma tær aftur á havleið.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]