Ryhor Baradulin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ryhor Baradulin

Ryhor Ivanavich Baradulin (Hvítarussiskt: Рыго́р Іва́навіч Бараду́лін; føddur 24. februar 1935 í Verasowka, deyður 2. mars 2014 var ein hvítarussiskur rithøvundur, yrkjari og týðari. Hann varð útbúgvin á Belarusian State University í Minsk í 1959 og starvaðist eitt nú sum ritstjóri á ymiskum tíðarritum og tíðindabløðum. Hann var limur í Hvítarusslands Rithøvundafelag. Hann gjørist tann seinasti ið fekk heitið Fólksins skald (1992). Hann gav sínar fyrstu yrkingar út í 1953 í tíðindablaðnum "Chyrvonaya zmiena". Fyrsta bókin við yrkingum var Maladzik nad stepam, sum kom út í 1959. Hann hevur útgivið umleið 70 yrkingasøvn. Í 2006 var Ryhor Baradulin tilnevndur Nobelvirðislønina í bókmentum fyri yrkingasavnið Ksty.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið