Ryan Cochrane

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ryan Cochrane
Persónlig kunning
Fult navn Ryan Andrew Cochrane
Landslið  Kanada
Fødd(ur) (1988-10-29) 29. oktober 1988 (aldur 35)
Victoria, British Columbia
Hædd 1,92 m (6 ft 4 in)
Vekt 80 kg (180 lb)
Ítróttur
Ítróttur Svimjing
Svimjiháttur Frísvimjing
Felag Island Swimming

Ryan Andrew Cochrane (føddur 29. oktober 1988 í Victoria, British Columbia) er kanadiskur svimjari. Hann er olympiskur bronsuvinnari. Hann vann bronsu í 1500 metrar frísvimjing á Olympisku leikunum 2008 í Bejing. Tað var fyrstu ferð í 88 ár at ein kanadiari vann heiðursmerki fyri Kanada í 1500 metra frísvimjing á Olympisku leikunum. Cochrane eigur kanadisku metini í 400, 800 og 1500 metrum frí. Í juli 2011 kappaðist Ryan Cochrane við føroyingin Pál Joensen í finaluni í 1500 metrum frí á heimsmeistarastevnu í Shanghai í Kina. Vinnari gjørdist Yang Sun, sum setti nýtt heimsmet við tíðini 14:34.14, Ryan Cochrane vann silvur við tíðini 14:44.46, Gergo Kis vann bronsu við tíðini 14:45.66 og føroyski Pál Joensen gjørdist akkurát ov stuttur til heiðursmerki, hann gjørdist nummar fýra við tíðini 14:46.33.[1] Cochrane vann eisini silvur í 800 frí í somu kapping. Í 2009 luttók hann á heimsmeistarstevnu í svimjing á langbana 2009 í Róm, tá vann hann silvur í 1500 metrum frí og bronsu í 800 metrum frí. Á Commonwealth Games í 2010 í Dehli vann Cochrane gull í 800 og 1500 metrum frí. Á Pan Pacific Championships svimjistevnuni 2010 í Irvine vann hann gull í 1500 og 800 metrum frí og silvur í 400 metrum frí. Á heimsmeistarastevnuni 2011 á langgeil, sum var í Shanghai, Kina, fekk Cochrane silvur í 800 metrum frí og í 1500 metrum frí. Hann luttekur á Summar OL 2012 í London. Fyrsta dagin svam hann 400 metrar frí, og kom í fyrstu syftu við í finaluna á áttanda plássi við tíðini 3:47.26, men síðan bleiv kolldømingin hjá koreanska Park Tae-Hwan ógildað, og tí kom Cochrane á eitt nýggjundapláss og rakk ikki finaluni. Hann var 10/100 sekund frá finaluplássinum. Næstur honum kom føroyski Pál Joensen, sum manglaði 11/100 sekund at røkka einum plássi í finaluni. Cochrane luttók eisini í 1500 metrar frí á Summar OL 2012. Hann kom í finaluna og vann silvur heiðursmerki við tíðini 14:39.63.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Omegatiming.com, 14th FINA World Championships, 1500 metrar frí hjá monnum, finalan