Russisk formalisma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Russisk formalisma. Ein stevna í bókmentagransking, sum kyknaði í Russlandi um 1915. Fylgismenn hennara vildu fyrst og fremst rannsaka skaldverkið sjálvt sum skaldverk, t.e. heildarnøgdina av einstøkum "snildum", sum skilja skaldsligt mál frá vanligum máli. Í andstøðu móti tí leysliga í eldri bók­mentaástøði, royndu teir at fremja eina vísindaliga lýsing av skaldskapi (serliga skaldskapi í bundnum máli) sum einari serligari málnýtslu við eyðkennistáttum, sum tað bar til at eygleiða. Henda granskingin skúgvaði innihaldið í bókmentaver­ku­num til viks og kallaði sostatt fram harða atfinning frá marxistiskum kritikki, ið nýttu heitið formalismu sum ábreið­sluorð. Tá ið Stalin hevði tryggjað sær valdið um 1929, varð formalistiska stevnan bannað í Sovjettsamveldinum og granskin­garmiðdepil hennara flutti seg til Prag í 1930-árunum. Umframt ta serligu "skaldsligu málnýtsluna" (literaritet) var tað týdningarmesta hugtakið hjá stevnuni "undarliggerð": í staðin fyri at síggja bókmentirnar sum "endurspegling" av heiminum sóu Victor Shklovsky og fylgismenn hansara í formalismuni tær sum málsliga "avlaging" ella "undarliggerð" - Shklovsky nýtti russiska orðið ostranenie (fø.:tað at gera fremmant). Í tíðarskei­ðinum hjá kekkisku formalismuni fór Jan Mukarovsky longri við hesum hugtakinum og kom til hugtakið at "seta í forgrundina"; hervið meinast, at serlig áherðsla verður løgd á ein tátt ella egin­leika í tekstinum mótvegis øðrum minni sjónskum táttum. Sambært russisku formalismuni eru skaldverk serstøk av teirri orsøk, at tey seta sín málsliga status í forgrundina og beina á tann hátt áhugan at, hvussu tey siga okkurt, heldur enn hvat tey siga: skaldskapur í bundnum máli víkur frá gerandistalu og frá prosa við at nýta ørindislag, óvæntaðar myndburðir, stavrím og aðrar snildir til at beina áhugan at málinum sjálvum. Í rannsóknum sínum av frásøgn (frásagnarfrøði) greindu for­malistarnir eisini munin á søgugongd og fápli. Umframt Shklovsky og samstarvsfelaga hansara Boris Eikhenbaum var Roman Jakobson fremstur millum russisku formalistarnar. Hann var virkin bæði í Moskva og Prag, áðrenn hann kunnaði um forma­listisku teoriirnar í Amerika. Ein serligur russiskur bólkur er Bakthin-skúlin, sum teir hoyra til Mikhail Bakthin, Pavlev Medvedev og Valentin Voloshinov; hesir hugsararnir knýttu saman tættir úr formalismu og marxismu í sínum frágreið­slum um málsliga margáherðslu og dialogiskan tekst. Í 1960-árunum varnaðist Vesturheimurin av nýggjum avrikið hjá russisku formalistunum og teir fingu munandi ávirkan á hugsanirnar í strukturalismuni um bókmentir og á summi av teimum nýggjari frábrigdunum av marxistiskari bókmentagransking.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]