Runavíkar kommuna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Runavíkar kommuna
Runavíkar kommuna á Føroyakortinum.
Borgarstjóri Tórbjørn Jacobsen
Vídd 99,9 km2
Íbúgvar 3.794 (2015)
Fólkatættleiki 37,7/km²
Heimasíða runavik.fo


Runavíkar kommuna er ein kommuna í Eysturoy í Føroyum. Runavíkar kommuna fevnir um bygdirnar Rituvík, Æðuvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lamba, Lambareiði, Søldarfjørður, Skipanes, Skálafjørður, Skála, Oyndarfjørður, Funningsfjørð, Funningur og Elduvík. Fólkatalið í Runavíkar kommunu var 1. januar 2005 3.642 íbúgvar. Í dag(2015) er íbúgvaratalið 3.794, sambært heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu.

Býráðið[rætta | rætta wikitekst]

Býráðið 2013-2017[rætta | rætta wikitekst]

Runavíkar býráð er mannað av 11 limum. Til seinasta býráðsval í 2012 varð Magnus Rasmussen, lærarin og bóndin úr Lamba, stóri atkvøðuslúkarin. Hann varð tískil valdur til borgarstjóra og tók yvir frá fyrrverandi borgarstjóranum Hans Jacob Lamhauge. Men tann 1.Januar 2016 gavst Magnus sum borgarstjóri, vegna at hann varð valdur á ting, og tí tók táverandi varaborgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen yvir sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Hinir 9 býráðslimirnir eru: Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jónhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langaard.

Yvirlit yvir kommununa[rætta | rætta wikitekst]

Mentanar- og vinnulív í kommununi:

  • Vinnulív


  • Handilslív
    • Handilsfelagið (ein handilsfelagsskapur, ið hevur til endamáls at kunna um felags virksemi í handlunum í Runavík, í Saltangará og á Glyvrum)


  • Matvøruhandlar
    • Á
    • FK
    • Bónus


  • matstovur
    • MC café
    • Sjókaféin
    • Café Cibo
    • Café Runavík (Hotel Runavík)


  • Kioskir
    • Kiosk Vár
    • Magn
    • Effo

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]


Verdur Kommunur í Føroyum Kommunum í Føroyum
Eiðis | Eystur | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vága | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis