Rosévín

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rosévín.

Rosévín er gjørt av bláum drúvum. Eyðkendi ljósareyði liturin kemur av, at skalið ikki liggur leingi í sevjuni. Liturin kann verða frá ljósum laksaliti og til ein kláran reyðan lit. Smakkurin er næstan altíð turrur ella hálvturrur. Verða framleidd í flest øllum vínframleiðandi londum. Rósuvín er gjørt úr drúvum, sum verða nýttar til at framleiða reyðvín, har skalið verður tikið frá undir geringini, tá ið víni hevur fingið tann lit sum tað skal hava, og ikki blandað saman av reyðvíni og hvítvíni, sum nógv kanska halda. Rósuvín skulu helst borðreiðast køld, umleið 8-12°C, og hóska væl til lættar kjøtrættir, salat, fisk, fiskasúpan ella sum eitt glas í heitum summarveðri.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið