Rockall

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Rokkurin.

Rockall, á føroyskum eisini kendur sum Rokkurin, er ein stórur steinur í Norðuratlantshavinum.

Í 1887 fóru føroyingar fyri fyrstu ferð til fiskiskap við Rockall við egnum skipum. Pól Niklái Danielsen var skipari á 'Delfinini', hann rýmdi undan fiskaloysi í Føroyum til Rockall og var Delfinin sostatt fyrsta føroyska skip at fiska har á leiðini. Tó førdu fleiri føroyingar hetlendskar sluppir ið eisini fiskaðu við Rockall.

Tann 6. august 1887 skrivar Dimmalætting: "Daniel Davidsen af Næs (Eysturoy), bedstemand på slup Delfinen, og Johan Mathias Petersen, fisker på skib Gauntlet, havde i forrige måned besteget klippen Rockall. Der fandtes en stor mængde søfugle, hovedsagelig lomvier og et mindre antal alker. Hver en plet på klippen, hvor der var plads for en rede, var besat."

Fleiri føroyingar fóru upp á 'Rokkin' fylgjandi árini.