Rithøvundafelag Føroya

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Rithøvundafelag Føroya er felag fyri føroyskar rithøvundar og týðarar. Felagið varð sett á stovn 24. mars 1957. Í 2018 vóru umleið 110 limir.

Endamál felagsins er at virka fyri áhugamálunum hjá føroyskum rithøvundum og verja rættindi teirra. Harumframt virkar felagið fyri, at føroyskar bókmentir fáa góðar umstøður at mennast og trívast.

Rætt til at gerast limur hava øll, ið skriva bøkur á føroyskum máli ella á annan hátt starvast sum rithøvundar. sum skrivað antin fagrar ella yrkisbókmentir.

Nevndin[rætta | rætta wikitekst]

Dagført í oktober 2019

Nevdarlimir:

Tiltakslimir:

Formenn[rætta | rætta wikitekst]

EBBA virðisløn[rætta | rætta wikitekst]

Virðislønin ber navnið eftir rithøvundan Ebbu Hentze, sum livdi 25. Sep.1929 – 20. Mai 2015.

Tað er nevndin í Rithøvundafelag Føroya, ið ger av, hvør fær virðislønirnar, sum er ásett at vera 25.000 kr. Nevndin hevur heimild at lata eina virðisløn árliga, men eisini onga at lata.

Ebba Hentze var ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebba Hentze umsett eitt ótal av bókum til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men mest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaligan týdning fyri kunnleika til og útbreiðslu av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norður­londunum.

Umframt sítt víðfevndi virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at veita yngri høvundum ráð og vegleiðing. Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað:

“Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur mynd­listaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavns­grunninum.”

Við hesum í huga setti nevndin fyri Rithøvundafelag Føroya 26. november 2017 á stovn EBBU-virðislønina, við krónum 570.155,54 á konto.

Fyrsta virðislønin verður handað 20. Mai 2018.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Rit.fo, formænd
  2. kvf.fo - Rithøvundafelagið skal vera sjónligt, Heidi Lava Elgeirsdóttir, 27.05.2015

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]