Rissi Palmer

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Palmer í Chicago, 2008.

Rissi Palmer (f. 19. august 1981 í Pittsburgh, Pennsylvania) er amerikanskur countrysangari og tónleikari. Palmer hevur verið virkin í amerikanska tónleikalívinum síðan hon var heilt ung. Hennara fyrsta fløga saman við plátufelagnum 1720 Entertainment nevnist "Rissi Palmer" og kom út í 2007. Eitt tað kendasta lagið er ivaleyst "Country Girl".

Hon er fødd 19. august 1981 og býr nú í Eureka í St. Louis, Missouri. Hon vaks upp í Sewickley í Pittsburgh, Pennsylvania.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Í oktober 2007 útgav Rissi Palmer sína fyrstu fløgu:

Ár Fløga
U.S. Country U.S. Heat U.S. Indie
2007 Rissi Palmer 56 16 41

Sangirnir á fløguni eru (við spælitíð):

  1. "Hold on to Me" - 4:04
  2. "Country Girl" - 3:46
  3. "Anybody out There" - 3:18
  4. "Hurt Don't Know When to Quit" - 3:00
  5. "Mr. Ooh La La" - 3:10
  6. "All This Woman Needs" - 3:36
  7. "Flowers on My Window Ledge" - 3:49
  8. "Leavin' on Your Mind" - 2:42
  9. "Butterflies" 4:16
  10. "Sweet Contradictions" - 3:31
  11. "Love You Like a Woman" - 4:23
  12. "I'm Not of the World" - 3:41

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]