Ringo Starr

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ringo Starr í 2007.

Ringo Starr (veruligt navn: Richard Starkey) var føddur í Liverpool 7. juli í 1940. Blaðungur fór hann at spæla trummur, og tá ið rock and roll tónleikurin rakti Bretland vóru boð eftir trummusláarum. Júst sum hinir Beatlarnir fór Ringo til Hamburg í Týsklandi at spæla fyrst í 60'unum. Bólkurin hann spældi við í kallaðist Rory Storm and The Hurricanes.

Til er upptøka av Ringo frá 1960, har hann spælir trummur á nøkrum sangum, sum ein, ið kallaðist Lu Walters sang. Millum sangirnar vóru bluesklassikarin hjá George Gershwin Summertime frá musikalini Porgy and Bess. - Hesi løg eru tó ongantíð útkomin alment, so tað elsta vit hava, har Ringo kann hoyrast handan trummurnar er upptøkurnar av Love Me Do og Besame Mucho frá 11. september 1962, ið komu út á Athology 1 fløguni hjá The Beatles í 1995.

Ringo Starr hevur verið kallaður hin hepnasti maðurin í show-biz, tí hann kom við í The Beatles beint sum klárt var hjá teimum at fara á flog; men eingin væntaði nakað av honum reint tónleikligt, tá ið Beatlarnir góvust. Hann hevði tó nøkur stór hitt í 1971 - It Don't Come Easy - og í 1972 - Back Off Boogaloo - umframt tað sera væl móttiknu LP'ina Ringo frá 1973, sum John Lennon, Paul McCartney og George Harrison allir skrivaði sangir til og spældu við á.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið