Riddarakvæði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Riddarakvæði hava altíð verið væl umtóktur skaldskapur í Føroyum, líka frá fyrstu tíðini, kvæði vórðu yrkt. Talaner um høviskan skaldskap um rík og/ella aðalborin fólk, og vanligasta temu í teimum eru kærleiki og hevnd.

TSB-skrásetingin hevur hendan bólkin við sum bólk D.

Í TSB eru skrásett 45 føroysk kvæði av hesum slagi[rætta | rætta wikitekst]

Ívars vísa (TSB D 1)
Frúgvin Espalín (TSB D 11)
Ásbjørn prúði (TSB D 16)
Moyin og sveinurin (TSB D 71)
Harra Pætur og Elinborg (TSB D 72)
Junkarin Loðin (TSB D 79)
Pætur Knútssons vísa (TSB D 80)
Magnus kongur í Noregiella (TSB D 94)
Ríki Álvur (TSB D 128)
Biðilin (TSB D 130)
Kongur og jomfrú (TSB D 136)
Ríka frú (TSB D 155)
Pálnir Búgvason (TSB D 163)
Svein kongur (TSB D 172)
Ebbin kall (TSB D 178)
Harra Jóan Ingvarsson (TSB D 193)
Herleivs kvæði (TSB D 211)
Magnus Jógvansson (TSB D 212)
Brøðurnir (TSB D 222)
Riddarin og festarmoyin (TSB D 224)
Grímur á Aðalvølli (TSB D 230)
Roysningur (TSB D 231)
Harra Pætur og Kirstin (TSB D 245)
Harra Tímars vísa (TSB D 247)
Selamons ríma (TSB D 256)
Valdiman og Tóva (TSB D 258)
Brúnsveins vísa (TSB D 259)
Plóg og Ingimman (TSB D 310)
Faðir og sonur (TSB D 316)
Faðir og dóttir (TSB D 324)
Pálins táttur (TSB D 334)
Ingimann og Eirikur (TSB D 345)
Kong Valdiman og Sofía (TSB D 346)
Gunnars kvæði (TSB D 355)
Ívar Skjøldsvein (TSB D 362)
Ellindur bóndi á Jaðri (TSB D 268)
Parisar vísa (TSB D 381)
Ragnars kvæði (TSB D 401)
Gests ríma (TSB D 402)
Flóvin Bænadiktson (TSB D 424)
Kristin og keypmenninir (TSB D 426)
Bænadikts kvæði (TSB D 432)
Frúgvin Olrina (TSB D 437)
Belfjóna (TSB D 440)

Sum dømi um innihaldslig eyðkenni kann nevnast, at kvæðið Harra Pætur og Elinborg snýr seg um tvey ung, ið gjørdust góð. Elinborg vildi tó ikki giftast beinanvegin, men vildi liva støk í sjey ár afturat. Hetta líkaði ikki Harra Pæturi, og hann forbjóðaði hvørjum manni at sova við henni. Áðrenn hesi sjey árini vóru umliðin, var Harra Pætur fluttur av landinum til Danmarkar. Elinborg leingist so illa eftir honum, at hon at enda ger av at fara til Danmarkar eftir honum. Saman við nøkrum moyggjum fer hon við báti avstað. Tær høvdu klipt sær hárið, Elinborg gjørdi teimum riddaraklæði og lærdi moyggjarnar jútska riddaramálið. Aftaná at hava siglt í tríggjar mánaðar kemur hon inn í høllina hjá Harra Pæturi og konu hansara, ið kallaðist Ingibjørg. Tó at Elinborg hevði klipt hárið hjá sær, sær Harra Pætur, at hetta er Elinborg.At enda sigur Harra Pætur við Ingibjørg, at hann fer avstað við sínum systursoni, sum hann kallar Elinborg, og um hann ikki kemur aftur innan fýra dagar, skal hon ikki vænta hann meira. Men Ingibjørg visti tó væl, at hon ikki var systirsonur hansara. Heimkomin lata Harra Pætur og Elinborg seg gifta.

Í Flóvin Bænadiktssyni er ein kvinna, nevnd frúgvin Marita, gift við Hermanni eftir vilja foreldranna. Tíðliga ein morgunin møtti hon, saman við sínum tólv fylgismoyggjum, Flóvini Bænadiktsyni, ið hevði hug á henni. Marita óttaðist fyri, at Flóvin skuldi drepa mann hennara, fyri at fáa hana, tí tað hevði hann sagt; og so varð. Marita hevði verið í kirkju og sæð Flóvin har, men segði við Hermann, at hann ikki var har, seinni varð Hermann skotin av Flóvini í skóginum. Marita fær tey syrgiligu boðini, at maður hennara er deyður. Eftir hetta ríður Flóvin til hennara á heysti, og biður hana koma í song við sær (sum niðurlagið sigur), men noktar hon hesum. Eftir hetta fór Marita í nunnukleystur.

Herleivs kvæði snýr seg um keisarasonin Herleiv, ið ynskti sær sín javnlíka, eina konu, ið ein av sveinum hansara nevnir vænu dóttir kong Ívars í Danmark. Hetta eru hvørki pápi Herleiv ella Isgerð, elskarinna hansara, glað fyri. Hóast hetta fer hann til Danmarkar, har hann í høll kongsins biðir um dóttur hansara, við tí svari, at hon sjálv má svara fyri seg. Hon játtaði seg at giftast við honum, og so varð. Eftir at tey vóru gift, fekk hon sóttina, helsótt. Hon gjørdist sjúk og doyði. Síðani gav Herleivur seg í kloystur og ongantíð livir hann betur enn nú. Harra Pætur og Elinborg og Flóvin Bænadiktson hava fleiri felags innihaldslig eyðkenni; eitt nú afturvendandi kærleikstrýhyrningin. Sum dømi kann nevnast, at Harra Pætur og Ingibjørg vóru gift, men so kemur Elinborg ímillum tey, og hon og Harra Pætur giftast. Innihaldslig eyðkenni eru eisini, at øll riddarakvæði hava ein riddara ella ein, ið ber riddaraleiklutin í innihaldinum. Tað sæst eisini ofta á heitinum á kvæðunum. Kvæðini “Flóvin Bænadiktson” og “Herleivskvæði” enda bæði við tí, at høvuðspersónurin gevur seg í kleystur, tí makin doyr.



Keldur:[rætta | rætta wikitekst]

Dahl, Árni: “Elstu skriftminni”. Í: Bókmentasøga I - frá landnámi til Hammershaimb. Fannir 1980. http://www.heimskringla.no/faeroysk/folkekvad2/paeturogelinborg.htm (30.01.08)
http://www.midgaardsormen.dk/kvade/flovinbanadiktson.dk (31.01.08) http://www.slaid-ring.fo/eldri-kvaedi.html (28.01.08) http://www.hildarheygur.dk/?sprog=&side=2454b3da019d89d72c0dec97168472ca (04.02.08)