Rikard Long
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Richard Long)
Richard Sigmund Long (23. januar 1889 - 16. desember 1977) úr Tórshavn var lærari í Føroya Millum- og Realskúla og í Læraraskúlanum. Rikard Long, sum eisini var skald, var fyrsti ritstjóri Varðans. Hann ritstjórnaði eisini og skipaði fyri mangari bókarútgávuni í sínari tíð. Var eina tíð løgtings- og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin.
- 1909 Útbúgving: Filosofikum.
- 1914 - 1916 Lærari á Tórshavnar skiparaskúla.
- 1919 - 1920 Lærari á Føroya Millum- og Realskúla.
- 1921 - 1954 Lærari á Læraraskúlanum.
- 1928 - 1930 Formaður í Havnar Sjónleikarfelag[1]
- 1934 - 1942 formaður í Føroya Lærarafelag
- 1943 - 1958 Løgtingslimur.
- 1950 - 1954 Landstyrismaður.
- 1976 Fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.
Útgávur [rætta]
- Færøerne, Danmark, Grønland, 1939
- Fornnorrøn Lesibók I-II, 1964
- Kveikt og kannað, 1979, (Hanus Andreassen legði til rættis)
