Richard Griffiths

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Richard Griffiths, føddur 31. juli 1947, deyður 28. mars 2013, var ein enskur sjónleikari, sum hevur framført á palli, spælt leiklutir í biograffilmum og í sjónvarpsfilmum. Hann hevur vunnið fleiri heiðurslønir, eitt nú Laurence Olivier Award fyri Besta Mannliga Leiklut, Drama Desk Award í bólkinum Outstanding Actor in a Play (framúrskarandi sjónleikarari á palli), Outer Critics Circle Award í bólkinum Best Featured Actor og eina Tony Virðisløn (Tony Award) í bólkinum "Besta framførsla av einum høvuðsleikluti í einum sjónleiki", allar hesar virðislønir vóru latnar fyri hansara leiklut í sjónleikinum The History Boys.

Hann er eisini kendur fyri sín leiklut sum Vernon Dursley í Harry Potter filmunum, Uncle Monty í Withnail and I, Henry Crabbe í Pie in the Sky, og Kong Georg II í Pirates of the Caribbean: On Stranger Tides. Hann spældi eisini leiklutin sum ein bretskur blaðmaður í Oscar-vinnandi filmin Gandhi hjá Richard Attenborough í 1982.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið