Raul Mesnier du Ponsard

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Raul Mesnier du Ponsard (f. 2. apríl 1848 ella 1849 í Porto í Portugal, deyður 1914) var næmingur hjá Gustave Eiffel.

Hann bygdi nógvar elevatorar og "brekkusporvognar" (portugisiskt: funiculares), sum eru sporvognar, ið koyra oman/niðan eina bratta brekku, sum til dømis í Lisboa. Vognarnir eru bygdir "á skák" til ta hallið, sum er á brekkuni, og kunnu altso ikki koyra á beinum strekkjum.

Kendasta verk hansara man vera Elevador de Santa Justa (1902) í Lisboa, Portugal.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]