Rúmdarferja

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rúmdarferja.

Rúmdarferja er far, ið kann skjótast út í rúmdina nógvar ferðir. Amerikumenn gjørdu fyrstu rúmdarferjuna, men Sovjetsamveldið tók skjótt eftir. Í amerikansku rúmdarferjunum eru stórir motorar og veldigar rakettir at skjóta tær út í rúmdina. Rúmdarferjurnar hjá gamla Sovjetsamveldinum vórðu skotnar út í rúmdina, festar á ovurstóra rakett, nevnd Energia. Stuðulsrakettirnar verða sleptar umleið 45 km uppi. Tær verða tiknar upp av sjónum og brúktar aftur.

Ferðin á rúmdarfari má vera minst 28 000 km/h, skal tað sleppa í ringrás um Jørðina, og ikki minni enn 40 000 km/h at sleppa undan atdráttarmegi Jarðar og fara heilt út í rúmdina.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið