Røreksættin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Røreksættin var leiðandi ættin í Russlandi frá 862 til 1598. Heilt neyvt, var Russland ikki til hesa tíðina. Ríkið, sum var til frá 862 til 1240 verður nevndur Kievrúsaríkið. Mongolar noyddu valdsharrarnar av Røreksættini at fara úr býnum Novgorod. Eftir 1480-árini, hevði ættin valdið í einum russiskum ríki, og hevði hov í Moskvu.

Millum eftirkomararnar av Røreksættini er nakrar aðalsættir í Russlandi (Dolgoruki, Bogolubski, Staricki) og fyrrverandi Stórhertugadøminum Litaviu and Póllandi (Wareg-Massalski, Ostrogski, Zaslawski og øðrum).

Ættin byrjaði við Røreki, sum var rúsi og valdsharri í Novgorod, and doyði út við deyðanum hjá andveika tsarinum Feodor I. Eftir deyða Feodors var ein óstøðug tíð kend sum Trupla tíðin og helt áfram til 1613. Tað árið settist Mikhail I í tsarssætið, og byrjaði Romanovættina sum fór at hava valdið í tríggjar øldir.

Røreksættin[rætta | rætta wikitekst]

Prinsar í Novgorod[rætta | rætta wikitekst]

Valdsharrar Kievrúsa[rætta | rætta wikitekst]

Moskovitprinsar og Stórprinsar[rætta | rætta wikitekst]

Russiskir Tsarar[rætta | rætta wikitekst]