Q10

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Q10.

Q10 er eitt hjálparevni ella koenzym, sum hevur ein avgerandi leiklut fyri orkuframleiðsluna í kroppinum.

Í kroppinum umgera kyknur orkuna frá matinum vit eta, soleiðis at kroppurin annaðhvørt kann varðveita ella brúka hana. Hetta kallast forbrenning. Við hjálp frá ensymum kunnu kyknurnar varðveita orkuna í molekylum, kallaði ATP. Kyknurnar innihalda nøkur sonevnd mitrokondriur, har ensymir og hjálparevnir tryggja orkuframleiðsluna. Eitt av hesum hjálparevnunum er Q10.

Ofta verður hoyrt, at Q10 kann fyribyrgja sjúkum, betra um konditiónina og geva betri ítróttaravrik. Hetta er tó ikki prógvað.