Pubbur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Pubburin (upprunaliga Public House) er partur í bretskari mentan. Enska vertshúsið (pubburin) var upprunaliga matstaðurin, har ferðafólk fóru inn at fáa sær at drekka og eta og at gista. Í Canterbury Tales, sum høvundurin Geoffrey Chaucer (1340-1400) skrivaði, siga pílagrimar hvør øðrum søgur, meðan teir hvíla seg á vertshúsum úr London til Canterbury. Nógvir av sjónleikunum hjá William Shakespeare (1564-1616) vórðu sýndir á pubbum í London. Nú koma fólk saman á pubbum at viðgera dagsins hendingar. Ofta er tónleikur, onkur lesur upp yrkingar, ella kanska er annað skemt fyri gestunum. Nógvir bretskir rokkbólkar spældu fyrstu ferð á pubbum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið