Poul Nyrup Rasmussen
Poul Oluf Nyrup Rasmussen (føddur 15. juni 1943 í Esbjerg) er danskur politikari. Hann var forsætisráðharri í Danmark í tíðarskeiðnum 25. januar 1993 til 27. november 2001. Hann varð limur í Europa-Parlamentinum í tíðarskeiðnum 2004-09. Hann var formaður fyri danska Javnaðarflokkin (Socialdemokratiet) 1992 - 2002. Áðrenn tað var hann næstformaður fyri flokkin 1987 - 2002. Poul Nyrup varð útbúgvin Cand.polit frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn (Københavns Universitet) í 1971. Hann var fólkatingslimur fyri Sosialdemokratarnir umboðandi valdømið Ringkøbings Amtskreds frá 10. mai 1988 til 2004.
[rætta] Privat
Poul Nyrup Rasmussen er sonur Oluf Nyrup Rasmussen, sum var arbeiðsmaður, og Vera Nyrup Rasmussen, sum var vaskikona. Í 1966 gistist hann við Helle Mollerup.[1] Tey fingu dóttrina Signe (fødd 1969) sum tók lívið av sær í august 1993, eftir at hava verið psykisk sjúk eina tíð. Poul Nyrup og Helle Mollerup blivu skild í 1976. Í 1994 bleiv hann giftur við tí radikala politikaranum Lone Dybkjær.