Pixar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Høvuðssæti er í Emeryville í Kalifornia.

Pixar var upprunaliga ein triðingur av teldu deildina hjá Lucasfilm. Deildin samstarvaði við, víðagitnu, special effects deildina ILM (Industrial Light and Magic) hjá Lucasfilm. Serliga vóru tað filmar, sum Star Trek II: The Wrath of Khan og Young Sherlock Holmes, ið arbeitt var við.

1985 var eitt trupult ár hjá Lucasfilm. Inntøkurnar vóru minkandi og fyritøkan hjá George Lucas var trýst fíggjarliga. Steve Jobs var stovnari av Apple, men valdi at seldi sín part av Apple í 1985. Hann leitaði eftir einari nýggjari verkætlan og Jobs keypti teldudeildina hjá Lucasfilm árið eftir, í 1986. Felagið bleiv doypt Pixar. Upprunaliga var Pixar ein deild, ið framleiddi (high-end) forrit. Hesi vóru nýtt til at gera teldu animering. Tað vóru tó fleiri starvsfólk, ið droymdu um at gera animeraðar filmar. Ein teirra var John Lasseter, hann hevði leingi framleitt stuttfilmar.

Summir stuttfilmar vóru nýttir, sum partur av reklamu fyri animatiónsforritini hjá Pixar. Marknaðurin fyri hesi forrit var tó ov lítil og húsagangurin nærkaðist. Neyðugt var at vinna pening og Lasseter byrjaði, saman við samstarvsfelagar, at framleiða reklamufilmar fyri onnur feløg. Hetta eydnaðist væl og Disney sá møguleikarnar í teldugjørdum filmum. Í 1991 bílegði Disney 3 filmar, fyrsti filmur skuldi á marknaðin í 1995. Hóast eigarin Steve Jobs var trýstur fíggjarliga valdi hann at halda á fram og gera filmarnar. Hetta var ein góð avgerð. Fyrsti filmar æt Toy Story, ið legði 530.000.000 $ eftir sær.

Um ein hyggur eftir filmarnar:

Hava hesir samanlagt vunnið 22 Academy Awards og meira enn 3.2 mia $ eru tæntir inn. Hetta er methøgt í filmsídnaðinum.

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið