Pirahã mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Pirahã (eisini Pirahá) er eitt av indiánaramálunum í Amazonas í Brasil. Í 19. øld vóru tað umleið 30.000 til 60.000 fólk ið tosaðu málið, men í dag eru tað bert umleið 250-380 fólk, ið tosa Pirahã, tey búgva fram við Maici-ánni, sum er ein á ið rennur saman við Amazon-ánni. Pirahã málið er tað einasta málføri (dialektin) av mura-málunum, ið enn livir, hini málførini eru útdeyð.