Philip Reinert Ovenberg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Philip Reinert Ovenberg er ein føroyskur tónleikari, sangari og tónasmiður. Hann hevur gingið á ymiskum tónleikaháskúlum í Danmark og hevur lært til ljóðteknikara á SAE í Onglandi. Hann býr í løtuni (2013) í London, har hann er virkin sum tónleikari og tónasmiður. Hann hevur eisini spælt við bólkinum Blatant.[1]

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Við Feðgum[rætta | rætta wikitekst]

Tónleikabólkurin Feðgar eru Philip og pápi hansara Petur Mohr Reinert.

  • 2013 - Um eg hevði, útgávudagur: 25. juli 2013

Við Von Ros[rætta | rætta wikitekst]

Í duo'ini Von Ros eru: Philip Ovenberg og Miquel Plensa. Teir spæla mest electo og indie tónleik.[2]

  • 2011 - Von Ros, EP (Collider Records - CR003), útgávudagur: 29/04 - 2011

Annað[rætta | rætta wikitekst]

  • 2003 - Stjørnan ið hvarv - Jólakalendari, sum varð sendur í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya og endursendur í 2009. Lena Anderssen gjørdi tónleikin.[3] Philip syngur við á trimum sangum á fløguni.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Planet.fo, Feðgarnir Petur og Philip geva út fløgu í dag". http://planet.fo/grein/fedgarnir_petur_og_philip_geva_ut_floguna_um_eg_havi_i_dag. Heintað 2013-07-25. 
  2. Rateyourmusic.com, Von Ros
  3. Aktuelt.fo[deyð leinkja]
  4. Rateyourmusic.com

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]