Petur William Háberg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Petur W. Háberg)

Petur William Háberg (føddur 31. august 1914 í Havn, andaðist 25. oktober 1984) var kendur fyri sín leiklut í Brøðrasamkomuni í Føroyum, hann hevur m.a. hevur umsett og yrkt nógvar sangir sum verða sungnir í Brøðrasamkomuni í dag. Eftir barnaskúlan og realskúlan arbeiddi hann hjá Tórstein Petersen sakførara. Seinni arbeiddi hann hjá Jens av Reyni í P/F Tór. Saman við svágrinum, Jens Christian Christiansen (Kissa) gav hann fleiri bøkur út á Norrøna Forlagnum. Eisini róku teir bilasøluna Norrøna. Petur Háberg fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri bókina Hugbintingar, sum P/F Dagblaðið gav út í 1981. Bókin var ein greinarøð hjá Peturi Háberg í Dagblaðnum árini 1976-77.[1]

Hann var giftur við Hjørdis, saman fingu tey børnini: Beinta, Erna, Jógvan Páll, Elma, Pætur og Malan.

Bókaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • Hugbirtingar - Dagblaðið P/F gav út greinarøð hjá Peturi Háberg í Dagblaðnum árini 1976-77.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Evangeliska Røddin, Flaggrøðan 1965". http://www.evr.fo/soga/161-flaggroean-1965. Heintað 2012-09-10.