Peter Fonda

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Peter Fonda
er eitt menniskja
Fødd(ur) 23. feb 1940 í/á New York City
Andaðist 16. aug 2019 í/á Los Angeles
Deyðsorsøk lung cancer
Alma mater University of Nebraska Omaha, Westminster School, Brunswick School, Fay School
Starv filmsleikari, filmsleikstjóri, filmsrithøvundur, filmframleiðari, sjónleikari, producer
Politiskur flokkur Demokratiski Flokkurin
Trúgv gudloysi
Børn Bridget Fonda, Justin Fonda
Foreldur móðir Frances Ford Seymour faðir Henry Fonda
Mál Enskt mál
Heimasíða http://peterfonda.com/
Dátuheiti
ISNI 0000000114735284
VIAF 61601784
LCAuth n84135302
IMDB nm0001228
Commons Peter Fonda

Peter Henry Fonda (* 23. februar 1940 í New York City, New York, deyður 16. august 2019 í Los Angeles), var ein amerikanskur sjónleikari og leikstjóri, sonur Henry Fonda, yngri beiggi Jane Fonda og faðir Bridget Fonda. Mamman Frances Ford Seymour forgjørdi sær í 1950, hetta er nakað ið Fonda kemur aftur tíl í sínum leikluti í Easy Rider Wyattsa upplivingar í gravlundini í New Orleans, Louisiana.

Peter Fonda studeraði sjónleikalist í heimbýi faðirsins Omaha í Nebraska har hann gekk á University of Omaha og begynti seinni á Omaha Community Playhouse har bæði pápin og Marlon Brando høvdu byrja sínar karrierur. Fonda fekk seinni leiklutir í sjónleikarhúsum á Broadway í New York har hann vann sær uppmerksemi í uppsetingini «Blood, Sweat and Stanley Poole» áðrenn hann fór til Hollywood, Los Angeles fyri at spæla við í filmum.

Fonda fekk sítt gjøgnumbrot sum motorsúkklukoyrandi hippie i kultfilminum Easy Rider frá 1969. Aftaná hendan filmin spældi Fonda í eini røð av ævintýrfilmum sum ikki fingu so stórt uppmerksemi, men fyri leiklut sín í filminum Ulee's Gold frá 1997 bleiv hann nomineraður til ein Oscar.

Filmografi (partvís)[rætta | rætta wikitekst]

Leinki úteftir[rætta | rætta wikitekst]