Perlan
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mynd:Perlan.jpeg
Perlan
Í 1991 varð ein stór matstova bygd í Reykjavík, sum kallast Perlan. Hon er bygd omaná seks stórum tangum, sum taka 24 milliónir litrar av vatni og næstan helvtin av íbúgvarunum í Reykjavík fáa vatn úr tangunum. Matstovan stendur á einum heyggi, sum eitur Öskjuhlið, og úr matstovuni er heilt óvanliga flott útsýni. Matstovan melur runt. Inni í Perluni er nógvur matur at fáa og nógv vín úr øllum londum.