Perfume

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Perfume logo.png
Uppruni: Flag hjá Japan Hiroshima, Japan
Tónleika grein: Elektropop
Spælt síðani: 2001-
Plátufelag: Tokuma Japan Communications
Almenn Heimasíða: Amuse

Perfume (japanskt: パフューム, Pafyūmu) er ein elektropop gentubólkur úr Hiroshima, Japan. Limirnir eru Ayano Ōmoto, Yuka Kashino og Ayaka Nishiwaki. Bólkurin koma á pallin í 2001. Í 2005 fekk bólkurin sáttmála við eitt stórt plátufelag, Tokuma Japan Communications. Upp til juni 2009 hevur bólkurin útgivið níggju stakfløgur, sum allar eru væl móttiknar.

Yasutaka Nakata hevur verið framleiðarin av Perfume síðani 2003. Hann hevur eisini stovna bólkin Capsule og stovna plátufelagið Contemode. Upprunaliga post-shibuya-kei ljóðið hjá Perfume broyttist til elektro og teknopop, tá bólkurin kom í samstarv við stóra plátufelagið.

Fyrrverandi gittaristurin í Megadeth, Marty Friedman segði: "Bólkurin hevur havt tað størstu ávirkanina á japanska tónleikaídnaðin í 2008". Oftani verður Perfume samanborið við Yellow Magic Orchestra og Aira Mitsuki.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Søga

[rætta] Stovnanin

Perfume bólkurin var stovnaður í 2001 og teir upprunaligu limirnir vóru Ayaka "A-chan" Nishiwaki, Yuka "Kashiyuka" Kashino og Yuuka Kawashima. Eftir stutta tíð fór Kawashima úr bólkinum fyri at brúka tíð uppá lestur og var útskift við Ayone "Nocchi" Ōmoto. Navnið á bólkinum kemur frá tí japanska Kanji skriftmálssúmbólinum 香, sum merkir "angi", sum er í øllum nøvninum hjá teimum upprunaligu liminum. Perfume var skrivað í hiragana "ぱふゅーむ" á teimum fyrstu stakfløgunum. Um hesa tíð hittu bólkurin dansilærarin MIKIKO, sum hevur arbeidd við bólkinum líka síðani.

Tvær stakfløgur "Omajinai Perori" og "Kareshi Boshūchū" vóru útgivnar í 2002 í avmarkari nøgd, og einans seldar í Hiroshima gjøgnum plátufelagið Momiji. Í 2003 flutti bólkurin flutti til Tokyo og fekk framleiðaran Yasutaka Nakata. Í 2004 vóru 3 stakfløgur útgivnar: "Sweet Donuts", "Monochrome Effect", og "Vitamin Drop", sum vóru allar givnar út av plátufelagnum Bee-Hive. Um hesa tíðina gav bólkurin sína fyrstu framførslu á palli og fekk skjótt nógvar fjepparar.

[rætta] Stórútgáva: Complete Best

Tá Perfume kom í samstarv við stóra plátufelagið Tokuma Japan Communications, gav bólkurin út stakfløguna "Linear Motor Girl". Eftir at tvær aðrar stakfløgur vóru útgivnar, "Computer City" og "Electro World", skýrdi bólkurin seg sjálvan sum ein "framtíðar teknopop bólk". Fyrsta plátan, Perfume -Complete Best-, hevði seks teir seinastu stakfløgurnar og kom upp á # 33 pláss á Oricon sølulistanum, tá hon fyrst kom út á marknaðin. Plátan kom upp á # 25, tá næsta plátan var útgivin.

[rætta] Framhaldandi viðgangur

Perfume gav út teirra triðju plátu, Triangle, tann 8. juli 2009. Konsertferðin byrjaði í august mánaði í 2009.

[rætta] Útgávur

[rætta] CD

[rætta] DVD

[rætta] Slóðir

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál