Parmenides

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Parmenides úr Eleagrikskum: Παρμενίδης ο Έλεάτης) var grikskur heimspekingur, ið livdi í 5. øld f.kr og ein av teimum allratýdningarmestu presokratisku heimspekingunum. Hann var næmingur hjá Eimeinias og grundlegði lærda akademiið í Elea, har Zeno úr Elea og Melissos úr Samos lósu.

Einasta, ið liggur eftir Parmenides, eru nøkur brot úr yrking, ið nevnist "Um náttúruna". Vit hava bara 150 reglur - upprunaliga sigst hon at hava verið 3.000. Hon er býtt upp í 3 partar. Fyrst er inngangur, fyrri partur nevnist "Sannleikin" (alateia), og annar partur nevnist "Hvussu alt tykist vera" (doxa).

Brotini verða tulkað á tann hátt, at Parmenides helt, at í veruleikanum er einki, sum tað tykist vera - vit fata umstøður okkara skeivt - (hetta lýsir hann í "doxa"), og at handan alt er Sannleikin Mikli (og hetta lýsir hann í "alateiu"). Hendan mikla sannleika nevnir Parmenides "einveru". Tessvegna er Parmenides faðirin at dualismuni. Læra Parmenidesar er hin øvugta av læru Heraklits.

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál