Panoramio

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Joaquín Cuenca og Eduardo Manchón, sum gjørdu Panoramio heimasíðuna

Panoramio er ein geolokatións-heimasíða, har fólk kunnu deila sínar myndir við allan heimin. Heimasíðan er fyrst og fremst ætlað náttúru- og býarmyndum, sum brúkarin leggur á heimskortið júst har sum viðkomandi stóð, tá myndin varð tikin, og síðan verða myndirnar eftirhugdar av einum toymi á Panorio, og tey avgerða so, um myndirnar verða góðtiknar til Google Earth. Tær myndir á Panoramio, sum verða góðtiknar til Google Earth kunnu síggjast av brúkarum frá øllum heiminum, um tey brúka Google Earth ella Google Maps. Brúkarin finnur fram til eitt stað í heiminum, sum hann ella hon er áhugað í, og so ber til at síggja myndir frá tí staðnum, sum brúkarir á Panoramio hava lagt út. Brúkarar kunnu eisini seta lyklaorð á myndirnar, soleiðis at tað gerst lættari hjá øðrum brúkarum at finna fram til t.d. eitt bygdanavn, landanavn, eitt ávíst evni osfr. Panoramio heimasíðan er tøk á fleiri ymiskum málum. Høvuðsskrivstovan hjá Panoramio er í Zurich;[1] í skrivstovubygninginum hjá Google í Sveis.

Søgan[rætta | rætta wikitekst]

Tað vóru Joaquín Cuenca Abela og Eduardo Manchón Aguilar, tveir spaniumenn ið byrjaðu Panoramio heimasíðuna á sumri í 2005. Síðan gjørdist almenn 3. oktober 2005. Í mars 2007 vóru meira enn 1.000.000 myndir lagdar út av brúkarum,[2] og tveir mánaðir seinni vóru yvir 2 milliónir myndir á Panoramio.[3] Hin 30. mai 2007 kunngjørdi internetfyritøkan Google, at tey høvdu ætlanir um at keypa Panoramio,[4] og tað gjørdi Google so eisini í juli 2007[5]. Teir báðir stovnararnir vóru verandi har til 2010.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Panoramio.com". Panoramio.com. 2010-04-15. http://www.panoramio.com/photo/34381886. Heintað 2012-02-15. 
  2. Panoramio.com, One million geolocated photos at Panoramio
  3. Panoramio.com, 2 million photos in Panoramio
  4. Googleblog.blogspot.com
  5. Panoramio

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið