Palleba

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Palleba er navn hjá "vanliga" manninum, ið ikki er uppi í stjórnarmálum ella situr í almennum størvum. Upprunin til navni er ein skemtileikur sum var sendur í útvarpinum. Á øðrum málum eru fleiri onnur dømi, í Noregi hava tey á sama hátt Ola nordmann, í USA John Q. Public, í Stóra Bretlandi Joe Public, á enskum máli verður eisini brúkt John Doe um ókendar menn og Jane Doe um ókendar kvinnur, og í Russlandi Ivan.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]