Pablo Picasso

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Pablo Picasso í 1962

Pablo Ruiz Picasso, fult navn: Pablo Diego José Francisco de Paula Juan Nepomuceno María de los Remedios Cipriano de la Santísima Trinidad Mártir Patricio Ruiz y Picasso (føddur 25. oktober 1881 í Málaga, Andalusia, Spania, deyður 8. apríl 1973 í Mougins, Frakland) var ein spanskur listamálari, myndahøggari og yrkjari, sum búði mesta av vaksna lívi sínum í Fraklandi. Hann verður av mongum mettur at vera ein hin týdningarmiklasti listamálarin í 20. øld saman við Matisse og Warhol. Hann menti sín egna stíl, kubismuna, saman við Georges Braque. Hann málaði ymisk stílsløg og gjørdi eisini standmyndir.

Kendasta verkið hjá Picasso verður mett at vera ein málningur, sum er ein avmyndan av týskum bumbuflogførum sum kasta sínar bumbur yvir Guernica undir spanska borgarakrígnum. Ein av málningum hansara, Garçon à la Pipe (1905) bleiv í 2004 selt fyri methøga prísin $ 104 milliónir. Hetta metið bleiv tó tikið seinni at málninginum hjá Gustav Klimt Portrett av Adele Bloch-Bauer, sum varð selt fyri $ 135 milliónir í 2006. Og málningurin hjá Jackson Pollock "No. 5, 1948" var seldur fyri 140 milliónir $ í november 2006.


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið