Páll Guðlaugsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Páll Guðlaugsson í 2012 sum venjari hjá KÍ

Páll Hagbert Guðlaugsson (føddur 9. september 1958) er ein íslendskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbólsleikari, málmaður. Hann var tann fyrsti venjarin hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti eftir at Føroyar gjørdist limur í FIFA í 1988 og slapp at luttaka í altjóða í altjóða kappingum. Hann var venjari hjá Føroyum frá 1988 til 1993. Tann fyrsti landsdysturin, ið Føroyar spældi í 1988 við Páll Guðlaugssyni sum venjara var ein vinardystur ímóti Íslandi 24. august 1988, sum Ísland vann 1-0. Fyrsti EM-undankappingardystur var spældur í Landskrona í Svøríki ímóti Eysturríki hin 12. september 1990. Føroyar vann dystin 1-0 og skapti harvið sensatión kring heimin, av tí at Eysturríki var eitt av teimum góðu liðunum júst tá.

Lívsleið sum fótbóltsvenjari[rætta | rætta wikitekst]

Hagtølini eru bert viðvíkjandi føroyskum feløgum og føroyska landsliðnum:[1]

Lívsleið sum fótbóltsleikari[rætta | rætta wikitekst]

Páll spældi sum málmaður. Hagtølini eru bert viðvíkjandi føroyskum fótbóltsfeløgum:[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Faroesoccer.com (venjari)
  2. Faroesoccer.com (leikari)


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið