Oscar Arias
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Oscar Arias ella Óscar Rafael de Jesús Arias Sánchez (f. 13. september 1940 í Heredia, Kosta Rika) er forseti í Kosta Rika. Tann 68 ára gamli Oscar Arias fekk í 1987 Friðarheiðursløn Nobels fyri ídna arbeiði sítt fyri friði í Miðamerika. Í seinastuni hevur hann verið semingsmaður millum frákoyrda forsetan í Honduras, Manuel Zelaya, og nýggju stjórnina í landinum.