Olgar Danski

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Olgar Danski (úr betongi) í kjallaranum á Kronborg Slotti
Bronsustandmynd av Olgari Danska við Hotel Marienlyst í Helsingør

Olgar Danski (Danskt: Holger Danske) er ein donsk sagnahetja við uppruna í eldri evropeiskum kvæðum og vísum sum á gomlum fronskum vórðu rópt chansons de geste. Hann er fyrstu ferð nevndur við navninum Oger le Danois í Runsivalsstríðnum frá miðum 1000-talinum, har hann er í tænastu sum reiðmaður hjá Karlamagnusi.

Ørindi 53 og 54 úr Ámunds rímu:

Tað var keisarin Karlamagnus,
reið sær heim í garð,
úti Olgar danski
fyri honum var.

Mælti tað Olgar danski,
heldur sær á gleim:
“Tað má tú takka frænda tínum,
at tú komst livandi heim.”

Standmyndir[rætta | rætta wikitekst]

Hotel Marienlyst í Helsingør bílegði í 1907 eina bronsustandmynd av Olgari Danska. Myndahøggarin Hans Pedersen-Dan gjørdi fyrst ein stóran gipsfigur, ið myndaði stoypiformin til ta røttu standmyndina úr bronsu. Hesin gipsfigurur, ið bleiv staðsettur í kjallaranum á Kronborg, gjørdist nógv meira kendur enn originalurin við hotellið. Í 1985 var gipsfigururin so illa farin av fukti, at hann var útskiftur við eina standmynd úr betongi.

Søgnin sigur, at når Danmark stander i våde, så vil Holger Danske vågne op til dåd; at tá Danmark verður hótt, so fer Olgar Danski at vakna og koma móðurlandinum til hjálpar.

Tann upprunaliga bronsustandmyndin hjá Hotel Marienlyst varð sett til sølu í apríl‎ 2013. Hon bleiv seld á Lauritz.com netauktiónssíðuni fyri 3,2 mió. danskar krónur, og er harvið tann dýrasti luturin ið nakrantíð er seldur á hesi alnetsíðu. Keyparin var ein vinnulívsmaður úr Skjern, og standmyndin skal nú setast upp í hesum vesturjútska býnum.

Ekstern leinki[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið