Odessa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Standmynd av Katarinu tí Stóru er nógv vitja av ferðandi, sum vitja Odessa

Odessa (ukrainskt: Одеса, russiskt: Оде́сса) er triðstørsti býur í Ukraina. Í 2011 var fólkatalið 1.006.242. Í byrjanini av 20. øld var býurin tann størsti í Ukraina og í New Russia landslutinum. Odessa er ein stórur havnabýur, sum liggur á norðurstrondini við Svartahavið og ein fyrisitingarligur miðdepil í Odessa Oblast. Býurin er eisini ein mentanarmiðdepil við íbúgvum, sum eru av fjøltáttaðum uppruna. Í 19. øld var Odessa fjórðstørsti býur í Russiska Keisararíkinum næst eftir Moskva, Sankta Pætursborg og Warszawa.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Umleið 550 á.Kr. varð ein búseting í Odessa av grikkum. Fornaldarleivdir váttað at tað er samband millum Eysturmiðalhavið og Odessa. Í miðøld var Odessa undir ymiskum stýrum, t.d. var býurin stýrdur av nomadum, petshenegum (turkiskt fólkaslag) og Osmanniska Ríkinum.

Fyrsta havnin í Odessa varð bygd í 1794.

Ítróttur[rætta | rætta wikitekst]

Fótbóltur er best umtókti ítrótturin í Odessa. Tað størsta fótbóltsfelagið har eitur FC Chornomorets Odesa, tey spæla í bestu fótbóltsdeildini í Ukraina.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]