Nikæno-konstantinopolitanska trúarjáttanin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Nikæno-konstantinopolitanska trúarjáttanin verður eisini kallað 2. trúarjáttan (latín: symbolum Nicaenum). Hon er ein av teimum 5 játtanarritunum í føroysku fólkakirkjuni.

Heitið sipar til, at orðaljóðið er eitt úrslit av kirkjufundunum í Nicea í 325 og í Konstantinopel í 381. Hon er soleiðis ein fornkirkjulig trúarjáttan. Nikæno-konstantinopolitanska trúarjáttanin verður stundum brúkt í guðstænastuni í føroysku fólkakirkjuni, hóast apostólska trúarjáttanin er tann vanligara.

Stundum verður byrjað við at avnokta alt tað ónda, men tað er ikki partur av sjálvari trúarjáttanini.

Nikæno-konstantinopolitanska trúarjáttanin greinar læruna eitt sindur gjøllari enn apostólska trúarjáttanin. Ein týðandi munur er tó, at hon aftur at teimum trimum liðunum, ið samsvara við tríeindina, hevur fingið ein fjórða lið um dópin.

  • Eg trúgvi á ein Gud, hin alvalda Faðir, sum hevur skapað himmal og jørð, allar sjónligar og ósjónligar lutir.
  • Og á ein Harra, Jesus Krist, Guds einborna son, sum er føddur av Faðirinum fyri upphav tíðarinnar, Gud av Gudi, ljós av ljósi, sannur Gud av sonnum Gudi, føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin, ið alt hevur skapað, sum fyri okkum menniskju og frelsu okkara er komin niður av himni og er vorðin hold við Heilagum Anda av Mariu moy, sum eisini okkara vegna er krossfestur undir Pontiusi Pilatusi, píndur og jarðaður. Triðja dagin risin upp samsvarandi Skriftunum og farin til himmals, situr við Faðirsins høgru hond og skal koma aftur í dýrd at døma livandi og deyð, og á ríki hansara skal eingin endi vera.
  • Og á Heilagan Anda, Harran og lívgevaran, sum gongur út frá Faðirinum og Soninum, sum saman við Faðir og Soni verður tilbiðin og dýrmettur, og sum hevur talað við profetunum. Og á eina heilaga almenna og ápostólska kirkju.
  • Eg játti ein dóp til fyrigevingar syndanna og vænti uppreisn teirra deyðu og lívið í komandi heimi. Amen.


Kelda[rætta | rætta wikitekst]

Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar, Føroyskt kirkjumál, 2000