Niels Henrik Gregersen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Niels Henrik Gregersen er ímillum teir fremstu teinkjararnar í næstu generatiónini av gudfrøðingum, sum serliga viðgera sambandið ímillum trúgv og vísindi. Hann las undir víðagitna týska gudfrøðinginum Wolfhart Pannenberg og hevur skrivað og ritstjórnað ein hóp av bókum um trúgv og vísind. Hann var við til at stovna International Society for Science and Religion og var í fleiri ár næstformaður í European Society for the Study of Science and Theology.