Nicolai Mohr

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Nicolai Mohr (f. 22. november 1742 í Havn – d. 4. februar 1790 í Danmark) var sonur Peter Jensen og Onnu Jákupsdóttur, sum búðu úti á Reyni. Hann gekk á Latínskúlanum, og fór síðan undir at lesa náttúru- og fíggjarfrøði. Hann tók Filosofikum í 1767. Mohr verður í 1780 sendur til Íslands sum náttúruserkønur fyri Den Kgl. Porcelænsfabrik at gera kanningar, og í 1786 fær hann fast starv hjá hesi fyritøku. Hann hevði tó ikki langa ævi, tí longu í 1790 andaðist hann í Danmark. Høvuðsbókmentaverkið hjá Nicolai Mohr er ikki um føroysk viðurskifti, men íslendsk. Mohr var í Íslandi tey bæði árini 1780 og 1781, og heimafturkomin skipaði hann tilfarið, ið hann bevði fingið á kanningarferð síni í bókina: "Forsøg til en Islandsk Naturhistorie med adskillige oeconomiske samt andre Anmærkninger". Frá Íslandsferðini stavar eisini stutt grein: "Um aðferð Norðmanna, Færeyinga, Skotta og Hjaltlendinga - at veiða smáupsa eður upsaseiði", sum kom í eitt íslendskt tíðarrit í 1782.

Av føroyskum verkum, sum Mohr hevur lagt úr hondum, kunnu nevna lut hansara í "Svabos Indberetninger", hann hevur skrivað umleið 400 s. ella stívan fjórðing av hesum verki. Enn er at nevna orðasavnið upp á 7.450 orð, ið liggur eftir hann. Hann byrjaði í studentadøgunum at savna orðatilfar og økti um hetta savn støðugt. Eftir deyða hansara gav danskur prestur, Hasløe at navni, ið giftist við einkjuni eftir Mohr, kongliga bókasavninum í Keypmannahavn handritið.