Nadja Bender

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Nadja Bender

Nadja Bender (fødd 3. juni 1990 í Keypmannahavn) er ein donsk modell. Hon er 180 cm høg.

Nadja Bender byrjaði sína lívsleið sum modell hjá Gossip Model Management. Eftir at hon hevði undirskrivað sína fyrstu altjóða modellsáttmála, flutti hon til New York, har hon kom í samband við New York Model Management.

Í september 2011 gekk Nadja Bender fyri fyrstu ferð til mótashow í París, har hon gekk fyri Alexander McQueen og YSL. Næstu sesong fekk hon sítt altjóða gjøgnumbrot í New York, har ið hon eitt nú læt upp Alexander Wang, Rodarte, Balmain og Nina Ricci og gekk í einari langari røð av mótashows, eitt nú fyri Chanel, Christian Dior, Yves Saint-Laurent, Louis Vuitton, Lanvin, Alexander McQueen, Fendi, Versace og Dolce & Gabbana. Gucci nýtti eisini andlit hennara í teirra heystar/vetrar v-átaki saman við Karmen Pedaru. Nadja Bender framførdi fyri fyrstu ferð í Vogue Paris í juni/juli 2012-útgávuni. Í Vogue Paris August 2012 var hon saman við Arizona Muse, Isabeli Fontana, Kati Nescher og Suvi Koponen í røðini Paris Mon Amour hjá Mario Sorrenti.

Sama summarið 2012 varð Nadja Bender vald at sýna fram Cruise 2013 kollektiónir fyri Balmain, Stella McCartney , Gucci, Burberry Prorsum og Bottega Veneta, og í september 2012 gekk hon modell undir mótavikunum vár/summar 2013. Í New York og París gekk hon catwalks fyri Chanel, Chloé, Stella McCartney, Kenzo, Balmain, Lanvin, Dolce & Gabbana, Fendi, Moschino, Versace, Gucci, Michael Kors, Alexander Wang og Etro. Í november 2012 var Nadja Bender aftur at síggja í Vogue Paris fotograferað av Karim Sadli, saman við Kati Nescher og Cora Emmanuel í New Faces útgávuni. Hon hevur eisini arbeitt fyri Alberta Ferreti og H&M.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]