Naddoddur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Naddoddur (norrønt: Naddoddr, íslendskt: Naddoður) var víkingur, ið uppdagaði Ísland umleið ár 860.

Sambært Landnámabók var Naddoddur føddur í Agden í Noregi, og var millum fyrstu norðmenn í Føroyum eftir at Grímur Kamban sum tann fyrsti hevði sett búgv har.

Einaferð var hann ávegis aftur til Føroya frá Noregi, men á veg heimaftur kom hann í ódnarveður, misti rætningin og sigldi tí til Íslands. Hann legði at landi í Reyðarfjørði, men fann har ongin menniskju. Tað kavaði tann dagin tey fóru aftur til Føroya, og kallaðu teir tí nýggja landið fyri Snjóland. Seinni fekk landið sítt núverandi navn, Ísland.

Møguliga er Naddoddur faðir at Ann Naddodsdóttir frá Hetlandi. í 1850 funnu granskarar navnið hjá Naddoddi í rúnusteini á oynni Bressay á Hetlandi. Á rúnasteininum var Ogam-alfabeti, ið er blandingur av piktiskum og norrønum:

CROSCC NAHHTVVDDARRS DATTR ANN

Hetta hava granskarar tulkað sum "ein krossur til minni um Ann, dóttir Naddodds"

Tað kann tó ikki prógvast, at faðirin til kvinnuna Ann er sami Naddoddur, sum tann, ið uppdagaði Ísland. Tað er eisini vorðið sagt, at Naddoddur sigldi víðari og kom til Amerika 150 ár áðrenn Leivur Hepni, men er tað einans gitingar.

Uttanhýsis tilvísingar[rætta | rætta wikitekst]