Michele Bachmann

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Michele Bachmann
Mbachmann.jpg
Michele Bachmann í Washington DC, 2007.
Føddur 6. apríl 1956
Flag hjá Iowa Waterloo, Iowa
Flag of the United States USA
Útbúgving Løgfrøði
Yrki Politikar (R)
Trúgv Lutherskur

Michele Marie Bachmann (fødd 6. apríl 1956) er Republikanskur limur í Umboðsmannaráðnum fyri Minnesota, fødd 6. apríl 1956 er hon 55 ára gomul. Hon er fødd í Iowa og býr nú í Stillwater, Minnesota. Hon er 100 % ættaður úr Noregi [1]. Hon er í løtuni fremsta talskvinnan hjá teirri sokallaðu Tea Party-rørsluni, sum savnar misnøgdar amerikanarar og serliga republikanarar ímóti Barack Obama, forseta og hansara politikki. Bachmann er giftur við Marcus Bachmann, og tey eiga 5 børn: Lucas, Harrison, Elisa, Caroline og Sophia [2].

Gitingar hava leingi verið um, at hon ætlar at stilla upp til amerikanska forsetavalið fyri Republikanararnar í 2012. 28. juni 2011 boðaði Michele Bachmann frá, at hon er almennur kandidatur til nomineringina hjá Republikanarunum til forsetavalevni komandi ár (í 2012). Tað var í føðibýi sínum, Waterloo í Iowa, at Michele Bachmann boðaði frá, at hon er almenni kandidaturin hjá Tea Party til dystin um forsetavalevnið hjá Republikanarunum.

Og Michele Bachmann hevur ikki púra einki at hava sín kandidatur í. Við eina "hypotetiska avkvøðugreiðslu" millum Tea Party viðhaldsfólk fekk hon 29 % av atkvøðunum, munandi meiri enn handilsmaðurin Herman Cain (16 %) og Mitt Romney (14 %) [3]. Tá fremstu Republikanararnir kjakaðust í sjónvarpi, varð Bachmann mett at standa seg nógv best [4], so tað er langt frá óhugsandi, at USA fyri fyrstu ferð kann fáa eitt kvinnuligan forsetavalevni. Tað var nær við fyri trimumárum síðani, men Hillary Clinton (D) mátti kortini lúta fyri verandi forsetanum, Barack Obama (D).

55 ára gamli Bachmann er konservativur; hon er m.a. hart í móti fosturtøku.

[rætta] Keldur

  1. http://www.nrk.no/nyheter/verden/1.7604126
  2. http://old.news.yahoo.com/s/nm/20110626/pl_nm/us_usa_campaign_bachmann
  3. http://www.usatoday.com/news/politics/2011-06-25-iowa-poll_N.htm
  4. http://www.cnn.com/2011/POLITICS/06/14/bachmann.profile/index.html
Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál