Miðvágs Róðrarfelag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Miðvingur, áttamannafar, á Jóansøku 2011.

Miðvágs Róðrarfelag er føroyskt róðrarfelag úr Miðvági. Miðvágs Róðrarfelag varð stovnað á vári 1956.[1] Felagið er virkið og eigur fleiri kappróðrarbátar, sum luttaka í FM kappróðri hvørt summar. Felagið hevur egið neyst, sum varð tikið í brúk í 2007. Niclas í Koltri smíðaði fyrsta kappróðarbátin hjá felagnum, tað var áttamannafarið Miðvingur, sum Niclas smíðaði í 1957. Sámal Hansen úr Runavík hevur smíðað teir nýggjastu bátarnir hjá Miðvágs Róðrarfelag. Bátarnir eru hvítir, hava bláar stokkar og reyða rond.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Føroyameistaraheiti

  • 2010 - Beinta varð føroyameistari, 5-mannafør gentur
  • 2006 Riddarin føroyameistari, 6-mannafør kvinnur
  • 2006 Frúgvin føroyameistari, 5-mannafør gentur
  • 2000 Frúgvin føroyameistari, 5-mannafør kvinnur
  • 1993 Miðvingur føroyameistari, 8-mannafør
  • 1988 Miðvingur føroyameistari, 8-mannafør [2]

[rætta] Bátar

[rætta] Keldur

  1. MR.fo, Um felagið
  2. Drekin.fo, Miðvingur

[rætta] Slóðir

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð