Maurice Tillet

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Maurice Tillet.

Maurice Tillet (23. oktober 19034. september 1954) var ein sera klókur maður, hann var yrkjari og rithøvundur, og dugdi at tosa 14 ymisk mál. Hann gjørdist eisini glímari. Í 1944 fekk Maurice tignarheitið sum heimsmeistari frá Amerikanska Glímara Felagsskapinum (AWA). Hann nevndi seg "Serskøltatrøllið í ringinum", men í veruleikanum var hann betri kendur sum Franski Eingilin. Hetta eyknevnið fekk hann, tí hann sum barn, altíð bleiv kallaður eingil, tí hann hevði eitt so einglaligt andlit. Hann varð føddur í 1903 og tá ið hann var tannáringur, fekk hann staðfest, at hann hevði eina sjáldsama sjúku, sum verður nevnd akromegali. Henda sjúkan ger, at kropspartir so sum til dømis nøs og panna vaksa meira enn tær eiga. Tí bleiv allur kroppur hansara misskaptur.