Maud Heinesen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Maud Heinesen fødd Brimheim, fødd 15. januar 1936 í Klaksvík, deyð 7. september 2005, var føroyskur rithøvundur. Hon vaks upp í Klaksvík, har hon gekk í barnaskúla og tók realprógv í 1952, fór so til Havnar og tók studentsprógv 1954. Í 1957 tók hon prógv sum 3-málsligur korrespondentur við Handilsháskúlan í Keypmannahavn, og í 1964 prógv til handilsfaklærara. Árini 1954-1955 arbeiddi hon sum læraravikarur í Klaksvík, seinni hevur hon undirvíst drúgt áramál á Føroya Handilsskúla og annars eisini arbeitt sum skrivstovukvinna í fleiri ár. Hon starvaðist í Føroya Landsstýri 1957-60, hjá Levi Lutzen 1962-63, hjá Landslæknanum 1963-74. Frá 1965 á Fróðskaparsetri Føroya, frá 1974 sum setursskrivari.[1]

Maud var gift við rithøvundanum Jens Paula Heinesen, sum var ein av virknastu rithøvundum í Føroyum. Maud gav út fyrstu bókina í 1974, tað var barnabókin "Marjun og tey", sum er týdd til íslendskt. Áðrenn tað hevði hon tó skrivað útvarpsleikin "Kvøldarleikur/ ella Hví var myrkt hjá Olevinu?", sum var lisin upp í útvarpinum í 1969.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1969 "Kvøldarleikur/ ella Hví var myrkt hjá Olevinu?" (Útvarpsleikur, sendur í Útvarpi Føroya, men ikki útgivin á prenti)
  • 1974 Marjun og tey, barnabók
  • 1993 Abbi og eg, barnabók
  • 2000 Í vøggustovu við Helenu, barnabók
  • 2004 Eg skal hava ein hund
  • 2004 Likkulina og Likkudemus [2]

Harumframt komu fleiri søgur, sum Maud hevði skrivað, í Gluggan og Mín Jólabók.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Í 2001 fekk Maud Heinesen Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri barnaskaldskap sín við grundgevingini: "Maud Heinesen hevur á løttum livandi máli skrivað søgur til stór og smá børn. Søgurnar eru viðkomandi og mynda tíðina, tær eru skrivaðar í."[3]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Bokasolan.fo, Maud Heinesen". http://www.bokasolan.fo/rithovundasavn/ASP_filar/01151936_heinesen_maud.asp. Heintað 2011-07-25. 
  2. BFL.fo[deyð leinkja]
  3. FLB.fo, Føroyskar skaldkonur[deyð leinkja]