Maslows tilkravspýramida

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Maslows tilkravspýramida.

Amerikanski sálarfrøðingurin Abraham Maslow helt, at okkara tilkrøv ikki altíð eru eins sterk. Tilkrav er at hava hug til ella at tørva. Nøkur tilkrøv eru meira umráðandi enn onnur. Hann er kendur m.a. fyri sína stabbamynd við tilkrøvum. Skulu vit takast við ovastu tilkrøvini, mugu vit fyrst hava nøgdað tey, sum niðri eru. Fólk, sum svølta, orka verri at finna uppá ella at skapa. Sama er skilið, eru trygdarkrøvini í vanda.

  1. Likamlig tilkrøv: býli, klæði, svøvnur, matur.
  2. Trygdartilkrøv: verja, trygd.
  3. Sosial tilkrøv: inniligt tilknýti, kærleiki, felagsskapur.
  4. Tilkrav at strevast, virka og til sjálvshevjan: standa seg væl, sjálvsánt.
  5. Tilkrav at fáa roynt seg: søkja sær spenning, útinna.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið