Marshallhjálpin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kort, ið vísir hvussu nógv einstøku londini relativt fingu í hjálp (reyðu súlurnar).
Frámerki nýtt á hjálparpakkum.
Ein av mongu plakatunum, ið gjørdar vóru av Economic Cooperation Administration, ein stovnur undir amerikansku stjórnini fyri at íverkseta Marshallhjálpina í Evropa.

Marshallhjálpin (alment heiti: European Recovery Program, stytt ERP) var ein amerikansk hjálparætlan fyri Evropa, ið varð sett í verk aftaná Seinna heimsbardaga. Ætlanin var uppkallað eftir amerikanska uttanríkisráðharranum George Marshall, og var í stóran mun gjørt av embætismonnum í amerikanska uttanríkismálaráðnum, serliga William L. Clayton og George F. Kennan.

Marshallhjálpin[rætta | rætta wikitekst]

Marshallhjálpin var uppfylging til sonevndu Truman-doktrinina við hjálp af búskaparligum amboðum. Politikararnir í USA høvdu eftir seinna heimsbardaga ta fatan, at búskaparligar kreppur fóru at leiða til kommunismu. Eitt sterkt, savnað og enduruppbygt Vesturevropa hevði afturímóti verðið ein hernaðarlig mótvekt móti Sovjetsamveldinum, og vildi vikna ávirkanina hjá kommunistaflokkunum í einstøku londunum. Harafturat var tankin, at USA við at veita Marshallhjálpina sjálvt kundi sleppa undan búskaparkreppu, av tí at USA var so heft at samhandli við teirra evropeisku samhandilslondum.

Evropa hevði stórar búskaparligar trupulleikar eftir kríggið, tí bæði framleiðsla og handil lógu í oyði. Og á vári 1947 var greitt, at vesturevropeisku londini skjótt fóru at mangla dollarar í sínum gjaldoyragoymslum.

Tessvegna bjóðaði amerikanski uttanríkisráðharrin George Marshall í 1947 teimum evropeisku londunum búskaparliga hjálp til enduruppbygging eftir kríggið. Afturfyri Marshallhjálpina skuldu móttakaralondini av Marshallhjálp savna seg í búskaparligum samstarvi nevnt OEEC, Organisation for European Economic Co-operation, í 1948. Sum liður í trupulleikunum við býtinum av Týsklandi fingu Sovjetsamveldið og eysturevropeisku londini eisini boðið Marshallhjálp, men takkaðu nei av ótta fyri at ávirkanin hjá USA fór at verða ov stór í einstøku londunum. OEEC- samstarvið var í 1961 víðkað til eisini at fevna um ikki-evropeisk lond, og fekk tá navnið OECD, Organisation for Economic Co-operation and Development.

I talvuni niðanfyri sæst, hvussu nógv einstøku londini fingu í Marshallhjálp:

Land 1948/49
(mió. $)
1949/50
(mió.$)
1950/51
(mió. $)
Í ALT
(mió.$)
Belgia og Luksembourg 195 222 360 777
Danmark 103 87 195 385
Frakland 1.085 691 520 2.296
Grikkaland 175 156 45 366
Holland 471 302 355 1.128
Írland 88 45 0 133
Ísland 6 22 15 43
Italia og Trieste 594 405 205 1.204
Noreg 82 90 200 372
Portugal 0 0 70 70
Sveis 0 0 250 250
Svøríki 39 48 260 347
Stórabretland 1.316 921 1.060 3.297
Turkaland 28 59 50 137
Týskland 510 438 500 1.448
Eysturríki 232 166 70 468
í alt 4.924 3.652 4.155 12.721

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Danmarks Nationalbank: Marshall-hjælpen og Den Europæiske Betalingsunion (PDF), Keypmannahavn 1999. ISBN 87-87251-18-3.