Manskt mál
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Manskt (mál))
| Manskt (yn Ghaelg - yn Ghailck) |
||
|---|---|---|
| Tosa í: | Sum móðurmál: (Nøkur fá børn) (2001), sum nr. tvey mál: 1.689 (2001) |
|
| Tosandi íalt: | 1.689 (2001) Mann (Isle of Man) Útdeytt sum talumál í 1974, afturlívgað stutt aftaná |
|
| Mál ætt: | Indo-evropeiskt keltiskt |
|
| Mál kotur | ||
| ISO 639-1: | gv | |
| ISO 639-2: | glv | |
| ISO 639-3: | glv
. |
|
Manskt (Gaelg, Gailck, Manx ella Manx Gaelic), er uppruna málið á oynni Mann. Manskt er eitt Goideliskt (Gæliskt) mál, runnið úr mið-írskum. Seinasti maðurin sum hevði manskt sum móðirmál, Ned Maddrell doyði í 1974. Talumálið á Mann í dag, er enskt.
Seinnu árini hevur málið fingið uppreisn, og fleiri Mann-búgvar læra í dag manskt sum næsta mál (eftir enskt) og í manska tinginum Tynwald verða nýggju lógirnar upplisnar á bæði manskum og enskum máli.
Nær skyldt við Írskt og Skotskt gæliskt.