Mannabarn
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| Mannabarn / Human Child | |
|---|---|
| Sjangra: | Fólkatónleikur |
| Longd: | 50 min. og 13 sek. |
| Lag: | Eivør Pálsdóttir |
| Tekstur: | Martin Joensen |
| Útgávuár: | 2007 |
| Website: | www.eivor.com |
Mannabarn ella Human Child er nýggjasta fløgan hjá Eivør Pálsdóttir. Fløgan er úkomin á bæði føroyskum og enskum, og eitur "Mannabarn" ella "Human Child" á enskum. Fløgan kom út 18. juli 2007. 10 løg eru á fløguni.
Fløgan er nakað annarleiðis enn hinar fløgurnar Eivør Pálsdóttir hevur útgivið. Eivør hevur innspælt fløguna í Dublin saman við írskum fólkatónleikarum, tað hoyrist væl aftur í tónleikinum, sum er sera inspireraður av írskum fólkatónleiki. Eivør hevur sjálv skriva meginpartin av sangtekstunum á fløguni, hon segði í samrøðu við Planet.fo, at longsulin heim til Føroyar hevur givið henni stóran íblástur til tekstir.
[rætta] Løg á fløguni
Eivør hevur lagt serliga nógva orku í tekstirnir, har hon hevur skrivað átta av løgunum sjálv. Hesir sangir eru við á fløguni:
- Mannabarn
- Myrkursins náði
- Grát ei
- Mother Teresa
- Livandi trø
- Tú ert alt
- Lurta
- Dansins harri
- Flykrur í vindi
- Elisabet og Elinborg